{% Ease_menu(1)|setTemplate('components/offcanvas-menu') %} **

Havnar Tennisfelag

Havnar Tennisfelag (HTF) varð upprunaliga stovnað í 1934. Felagið var virkið til fyrst í 50-unum. Eftir ein stuttan steðg fór felagið aftur undir virksemi í 1955, men felagið varð síðani niðurlagt – men ikki avtikið – aftur í 1962. Síðani tá og til 1990 var einki virkið tennisfelag í Havnini.

Tá nýggju vallirnir í Gundadali vórðu tiknir í nýtslu í 1990, var tað Havnar Badmintonfelag, sum tók sær av tennisvirkseminum í Havn.

HTF varð síðani endurreist 30. mai í 1996 og hevur til endamáls at virka fyri tennisítróttini í Havnini. HTF gjørdi tá avtalu við Havnar Badmintonfelag viðvíkjandi tennisvallunum, soleiðis at tað nú bert er HTF, sum umsitur virksemið á tennisvøllinum í Havn.

Havnar Tennisfelag er limur í Tennissambandi Føroya, ið er eitt av menningarsambondunum hjá ÍSF.

Nevnd

- Rúna Seyer Eliassen, forkvinna
- Jón Brekku, peningarøkil
- Barbara á Rógvi
- Steinar Patursson
- René Karbech Rasmussen

Venjing

HTF skipar fyri venjingarskeiðum leypandi.

Kunngjørt verður nær skeið eru á facebook síðu felagsins.

Venjarir eru: Pætur M. Dahl, Annfinn Gaard, Pablo Merin, Hjørtur Nolsøe, Ingi Højsted, Jón Brekku, Rúna S. Eliassen, Steinar Patursson, René K. Rasmussen og Jónas Gaard.

Um spurningar eru, skrivið endiliga til htf@tennis.fo 

Limaskapur

Tað er í høvuðsheitum bert limir í Havnar Tennisfelag, ið kunnu nýta vallirnar. Limagjaldið sæst uttast til høgru.

Báðir spælaranir ella allir 4, um man spælir tvímansleik, mugu vera limir.

Limaskapur kann teknast við at trýsta á HER og fylla teigarnar út.

Tá limaskapurin er skrásettur stovna vit tær ein brúkara til vallarbíleggingarskipanina, so tú kanst bíleggja vøll eitt ávíst tíðspunkt á degnum. Eisini fært tú ein lykil fyri at sleppa inn á tennisøkið (pt. er ikki neyðugt við lykli - økið er opið).

Viðvíkjandi bílegging av vølli í bert ein tíma (uttan limaskráseting) skriva so til htf@tennis.fo

Limagjald fyri 2023:

  • Børn (til og við 16 ár), lesandi, lærlingar og pensionistar kr. 300
  • Vaksin kr. 500
  • Leiga ein vøll í ein tíma kr. 100 (ókeypis fyri limir)

Reglugerð

Reglugerð fyri tennisvallirnar

- Heitt verður á øll um at fara væl um, soleiðis at økið er reint og vallirnir væl hildnir.

-  Vøllurin skal feiast, hvørja ferð man hevur spælt á vøllinum. Ein kustur liggur á hvørjum vølli til hetta endamálið.

-  Portrið skal altíð steingjast, tá farið verður av vøllinum.

-  Strangliga bannað er at spæla fótbólt á økinum.

-  Loyvt er ikki at nýta fótboltsstivlar (gaggur) á tennisvøllinum.

-  Heitt verður á øll um at rudda upp eftir sær og at nýta ruskspannirnar.

-  Aðrar upplýsingar eru at finna á heimasíðu felagsins – www.tennis.fo

Vakmyndatól er sett upp á økinum. Alt herverk verður meldað til løgregluna uttan drál.

Stuðlar